Handilstreytir

Fyrivarni

Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum, og broytingum í specifikatiónunum.

Bílegging og keypsavtala.

Bíleggingarváttan verður send kundanum, men handil er ikki avtalaður fyrr enn fakturi er sendur kundanum.

Fráboðanarrættur (reklamatión).

Fráboðannarrætturin um feilir er 24 mánaðir í brúkarakeypi, samb. Keypilógini.

Prísir

Tilskilaðu prísir eru í Krónum (DKK).

Gjald

Eitt og hvørt gjald er netto kontant uttan so, at onnur avtala greidliga er gjørd.
Er ikki goldið rættstundis verður ein renta á 1% roknað mánaðarliga afturút.

Avgreiðsla

Seljari fer, um so er, at hann er vitandi um, at munandi seinkingar fara at taka seg upp, eftir besta førimuni at kunna keypara um hetta, men seljari kann ikki dragast til ábyrgd fyri seinkingina. Tað kann koma fyri, at ávísir lutir frá útvegara eru seinkaðir, og tí er avgreiðslutíðin hjá seljara bert leiðbeinandi.

Vørusending

Verða ikki nærri boð givin frammanundan, velur seljari ta flutningsleið, ið hann metir at vera ta bestu.

Ógilding

At ógilda eina bílegging av serliga útmáldari og útvaldari vøru verður ikki góðkent.

At ógilda bíleggingar verður bert góðkent í serligum førum eftir avtalu og tá bert móti at skuldskriva eitt ískoytisgjald upp á uppsøgnina.

Til tveir mánaðir undan avgreiðslu er ískoytisgjaldið 10% av keypsprísinum, til 14 dagar undan avgreiðslu 25% og til avgreiðsluna 50%. At siga upp bílegging, ið vøruútvegari hjá seljara hevur um hendi, er harafturat treytað av, at hesin gongur við til tað.

Ritbúnaður, t.e. software, verður ikki tikin aftur.

At seta upp og taka í nýtslu

Vil keypari hava vegleiðing í at handfara útgerð og ritbúnað, kann avtala gerast um hjálp frá ráðgeva, ið verður goldin móti rokning.

Klagur

Keypari skal, fyrsta ið hann fær vøruna, og innan hon verður tikin í nýtslu ella arbeidd til, kanna tað, sum hann hevur fingið, til tess at tryggja sær, at alt er, sum tað eigur at vera.

Klagur um brek, ið áttu at verið staðfest í slíkari kanning, skulu boðast frá sum skjótast og í seinasta lagi 8 dagar eftir, at vøran er fingin. Verður klagan ikki sett fram innan fyri nevndu tíðarfreist, missir keyparin rættin til at seta fram krav um mishald.

Umvæling

Umvælingar fara fram hjá upprunaveitarinum uttanlands. Tí verður umvælingartíðin áleið 3-5 vikur. Seljarin tilskilar sær rættin at umvæla vøruna 3 ferðir fyri hvønn feil. Eftir 3 umvælingar verður tilsvarandi lutur latin kundan. Tað ber undir ongum umstøðum til at fáa pening ella tilgóðarseðil.

Klagurættur

Fyri beinleiðis ella óbeinleiðis tap, her undir rakstrartap og mistan vinning í arbeiðinum – ið rakar keyparan orsakað av tilfars- ella framleiðslubreki, tólbúnaði, t.e. hardware, ritbúnaði, t.e. software, somuleiðis dátuskaða ella miss av slíkum  í forritum – átekur seljari sær onga afturgjaldsskyldu. Her undir krøv, sum standast av virus-/teldusníkaálopum, sama, hvussu umfatandi ella hvat slag hesi eru, sama, hvussu álopið er framt, ella sum ásetingar í avtaluni áttu at havt forðað fyri.

Seljari veitir við vøru, ið hann selur, sama klagurætt sum vøruútvegarin, t.e. leverandørurin, og seljari veitir ikki út yvir hetta nakran klagurætt uttan so, at skrivlig avtala er gjørd um víðkaðan klagurætt.

Ognarrættur

Tað, ið selt er (her uppií tilhoyr), er selt við ognarfyrivarni og er ogn seljarans, til keypari hevur goldið allan keypsprísin umframt rentur og meirkostnað eins og møguligar útreiðslur av tí selda, ið seljari hevur goldið vegna keypara.

Force majeure

Avgreiðslutíð og force majure, tað eru umstøður, ið ikki ber til at hava tamarhald á, t.e. kríggj, náttúruvanlukkur o.tíl.
Ein og hvør bílegging verður avgreidd við force majure-fyrivarni, her uppií kríggj, borgaraligur ófriður, náttúruvanlukkur, verkføll og verkbann, ólag í rávøruveiting, eldur, skaði á framleiðslutól hjá seljara ella hjá tí, ið hann fær vørur frá, at okkurt svíkur í flutnings­møguleikunum, innflutnings- ella útflutningsbann ella onnur viðurskifti, ið forða ella avmarka seljarans ella vøruveitara hansara, møguleikarnar at avgreiða vøruna. Seljari hevur í slíkum førum valið millum at siga upp keypið ella partar av tí, ella at lata avtalaðu vøru, beinan vegin, ið forðingin fyri vanligari vøruavgreiðslu er av. Seljari hevur í slíkum førum onga ábyrgd av nøkrum tapi hjá keypara, sum stendst av, at hann ikki fær avgreitt vøruna.

Varnarting, t.e. lógøki, har rættarviðgerð fer fram, og lógval

Føroyskur rættur tekur avgerð, stingur onkur ósemja seg upp, og eitt og hvørt rættarmál fer eftir seljarans vali at verða lagt fyri Rættin. Avtala kann gerast um gerðarrætt.